Um tú hevur brúkaranavn og loyniorð, og hevur ritað inn fyrstu ferð, so skalt tú rita inn her.
Um tú hevur brúkaranavn og loyniorð, og hevur ritað inn fyrstu ferð, so skalt tú rita inn her.
Í seinastu rokningini frá Føroya Tele finnur tú eitt brúkaranavn (kundanummar) og fyribils loyniorð til Sjálvgreiðsluna, soleiðis at tú nú kanst síggja tína nýtslu og tíni hald. Sí myndina til høgru.
Samskiftið millum Føroya Tele og teg sum viðskiftafólk liggur í Sjálvgreiðsluni. Her sært tú bíleggingar, hald og nýtslu umframt at tú kanst bíleggja og broyta tænastur og hald.
Fyri at kunna nýta Sjálvgreiðsluna er neyðugt at tú upprættar teg sum brúkara við egnum loyniorði. Hetta verður gjørt við at fylgja mannagongdini niðanfyri. Hav rokningina hjá tær, tá tú fert í gongd, og um trupulleikar eru, ring so 80 80 10, og vit hjálpa fegin.
Hav í huga, at um tú ikki kemur ígjøgnum allan vegin, kanst tú altíð byrja av nýggjum.
Soleiðis gert tú
1. Trýst á leinkið ’innrita her’
2. Innrita nú við tí brúkaranavni og loyniorði, ið standa í nýggjastu rokningini frá FT. (sí mynd her á síðuni) og trýst á pílin.
3. Fyll tína teldupostadressu inn í bæði feltini og trýst á ’send lykil’. Nú verður ein teldupostur sendur til tína teldupostadressu.
4. Í teldupostinum, tú fært frá okkum, er ein leikja sum tú skalt trýsta á, fyri at halda fram.
5. Nú skalt tú fylla inn loyniorðið í brævinum, síðan finna tær eitt nýtt loyniorð, og fylla tað inn, góðtaka viðskiftatreytir og trýsta á ’Aktivera’
6. Nú er klárt at nýta Sjálvgreiðsluna, og tú kanst rita inn. Fyll inn brúkaranavn og nýggja loyniorðið. Hetta loyniorð skalt tú nýta hvørja ferð tú nýtir Sjálvgreiðsluna.

GG: Av misgávum er byrjunarloyniorðini skrivað við stórum stavum á yvirlitinum frá bankunum, um tú hevur teknað rokningina til Gjaldskipan.
Tá tú ritar inn, skalt tú skriva loyniorðið við smáum stavum.