
Deild Rokning er ein tænasta frá Føroya Tele, har fyritøka og starvsfólk eru felags um ágóðar og útreiðslur.
Við Deild Rokning fær virkið fastar útreiðslur og starvsfólkið fær ágóðan av avsláttar avtalunum hjá virkinum.
Deild Rokning merkir stutt sagt, at virkið og starvsfólkið avtala eina ávísa upphædd á haldinum, sum virkið rindar hvønn mánað, og fer nýtslan uppum, sendir Føroya Tele rokning beinleiðis til starvsfólkið fyri meirkostnaðin.
Deild Rokning kann nýtast bæði til fartelefon, breiðband privat og fastnettelefon.
• Fyritøkan rindar fasta upphædd av samlaðu rokningini
• Føroya Tele sendir rokningina fyri meirnýtslu beinleiðis til starvsfólkini
• Smidlig tænasta, tí prísloftið kann vera ymiskt frá starvsfólk til starvsfólk
• Ókeypis tænasta
• Frí fartelefon við príslofti
• Skjótari breiðband, við bert at gjalda meirkostnaðin.
• Eina fartelefon til bæði privat og arbeiði.
Vilt tú hava nærri kunning um Deilda Rokning, so set teg í samband við tín kundaráðgeva - Trýst her, ella fyll út oyðiblaðið í høgru síðu.
Her eru nøkur dømi um, hvussu Deild Rokning virkar
Fartelefon:
Virkið ger avtalu við starvsfólk um at hava fría arbeiðstelefon við príslofti. Eitt dømi er at virkið hvønn mánað rindar fasta gjaldið fyri TOSa vinnuhald við íroknaðum 300 min og 100 SMSum. Ynskir starvsfólkið at brúka telefonina privat eisini, verður øll nýtsla út yvir mánaðargjaldið sent beinleiðis til starvsfólkið.
Breiðband:
Virkið avtalar við starvsfólkið, at ein ávís breiðbandsferð er nøktandi til heimaarbeiðspláss. Starvsfólkið ynskir eisini at hava breiðband privat við meira ferð, so í staðin fyri at hava tvey hald, ber til at fáa Deild Rokning, soleiðis at virkið rindar fyri eitt nøktandi hald, og starvsfólkið fær rokningina fyri meirkostnaðin.
Starvsfólkini fáa við hesi tænastu gleði av serliga lága prísinum og avsláttrinum hjá fyritøkuni, og ikki er neyðugt at hava bæði arbeiðs- og privathald.