
Teletøl er ein webgrundað hagtalsskipan, sum gevur útgreinað yvirlit yvir dygd og kostnað á telefontænastum hjá fyritøkum og stovnum. Skipanin verður veitt sum partur av vekslaraloysnum hjá Føroya Tele.
Ein telefonsamrøða er ofta fyrsta samband millum kunda og fyritøku, og dygdin á telefontænastuni kann vera munurin millum nøgdar og mistar kundar. Við teletølum er lættari at veita røttu tænastuna, tí tey vísa tykkara dygdir við beinraknum tølum. T.d. hvussu skjótt taka tit telefonina, hvussu leingi kundarnir ringja, áðrenn teir leggja á, og hvussu nógvar uppringingar, ið ikki koma ígjøgnum. Við teletølum kunnu tit rætta hesar skeivleikar og veita ta tænastu, ið tit veruliga ynskja at geva.
Og ikki bara tað. Teletøl vísa eisini hagtøl fyri allar inn- og útringingar hjá deildum og starvsfólkum og geva tykkum útgreinað yvirlit yvir tíðarnýtslu.
Teletøl hóska serliga væl til fyritøkur og stovnar, ið leggja dent á góða telefontænastu, har umráðandi er at rætta óynsktar skeivleikar beinanvegin. Teletøl hóska samstundis væl til fyritøkur og stovnar.
Teletøl eru løtt at arbeiða við, og ein og hvør kann gera ynskiligar tillagingar, eins og skipanin er undir støðugari dagføring og menning hjá Føroya Tele.
Vilt tú hava nærri kunning um Teletøl, so set teg í samband við tín kundaráðgeva - Trýst her, ella fyll út oyðiblaðið í høgru síðu.
NETtalu
Siemens
Avaya (Nortel)