Frítala

Óavmarkað telefonsamskifti við Frítalu
 

 

Hvat er Frítala?  

Frítala er ein tænasta frá Føroya Tele, har brúkarin fær óavmarkaða innanvirkis telefoni millum fastnetstelefonir og fartelefonir og umvegis interna vekslaran.
  
 

Hvørjar fyrimundir gevur Frítala?  

Frítala gevur fyritøkuni munandi bíligari innanvirkis telefoni, har ein rindar eitt fast mánaðarligt íbindingargjald og bólkagjald - og so ikki meira.
 
Starvsfólkini kunnu síðan tosa óavmarkað innanlands millum allar telefonir hjá fyritøkuni - hvønn dag, alt árið. Tey gerast leys av bondum, tá ið tey samskifta í arbeiðsdegnum, og fyritøkan kennir altíð sínar innanvirkis telefonútreiðslur og sleppur frá at skula rinda óvæntaðar rokningar.
 
 

Hvør kann nýta Frítalu?  

Fyri at nýta Frítalu skal fyritøkan hava vekslaraskipan við linjum frá Føroya Tele og eitt av haldunum, GSM Vinna, TOSa og TOSa Tvífalt.
  
 
 

Vilt tú hava nærri kunning um Frítalu, so set teg í samband við tín kundaráðgeva - Trýst her, ella fyll út oyðiblaðið í høgru síðu.