NETtala er ein hýst telefonloysn, ið gevur fyritøkuni møguleika at avgreiða allar telefonsamrøður gjøgnum netið. NETtala er ein fleksibul loysn, sum kann sameinast við borðtelefonir, tráðleysar telefonir, softphones og GSM. NETtala hevur eisini hópin av hentleikum, sum til dømis stórar møguleikar innan boðklivatænastur, kallsøgu, samring og øðrum.
NETtala er ein framtíðartryggjað loysn, har tað er ein lágur byrjunarkostnaður og síðani eitt fast mánaðargjald. Eftirfylgjandi kann skipanin tillagast tørvinum hjá virkinum, alt eftir um virkið økir ella minkar virksemi. Tí verður ikki neyðugt við nýíløgu ella vandi fyri at gera óneyðuga íløgu.
NETtala er ein trygg skipan, við høgari talugóðsku. Føroya Tele tryggjar at góðskuna á talu, við at avseta ein part av breiðbandinum at verða til talu. Hetta tryggjar at tala altíð hevur hægstu ræðfesting á netinum.
NETtala er vælegnað til flest allar fyritøkur, tí skipanin kann vaksast og minkast eftir tørvi. NETtaluloysnir, sum koyra í dag eru t.d. fyritøkur, sum eru landafrøðiliga spjaddar, millum reiðarí og skip ella har fyritøkan hevur fleiri høvðusnummur og eina móttøku at taka øll køll.
Vilt tú hava nærri kunning um NETtalu, so set teg í samband við tín kundaráðgeva - Trýst her, ella fyll út oyðiblaðið í høgru síðu.
NETtala hóskar væl til:
Reiðarí og skip
Fyritøkur við virksemi á fleiri lokatiónum
Fyritøkur, ið hava starvsfólk sum arbeiða uttanlanda, heiman ella sum ferðast nógv
Handlar
Kommunur
ATS - Avtalu tænastu støði er ein tænastuavtala, sum er partur av øllum vekslaraloysnum hjá Føroya Tele.
Við í tænastuavtaluni er vanligt viðlíkahald og smærri uppgraderingar av tykkara telefonloysn.