Fjarpostur

So ert tú ongantíð meira eitt klikk frá tínum telduposti

 

Hvat er Fjarpostur?

Fjarpostur er ein teldupostskipan, sum við innbygdari Outlook funktión gevur tínari fyritøku allar teir telduposthentleikar, henni tørvar.
 
 

Hvørjar fyrimunir gevur Fjarpostur?

Fjarpostur gevur nógvar fyrimunir. Tíni starvsfólk fáa teldupostadressur, ið innihalda teirra egnu nøvn og navnið á tínari fyritøku við føroyskum navnaøki (starvsfólk@tínfyritøka.fo). Hvør adressa hevur 2, 4, 7 ella 12 GB av plássi.
 
Við Fjarposti fylgir innbygd Outlook skipan, ið snilt samskipar teldupost, kalendara, notur og kontaktpersónar á einum og sama stað, eins og tú kanst integrera skipanina við fartelefonir hjá fyritøkuni. Tú hevur altíð atgongd til Fjarpost, sama hvar tú ert. Tú loggar bara á skipanina gjøgnum internetið og fært atgongd til allar tínar upplýsingar, júst sum vart tú á arbeiðsplássinum. Skipanin er eisini støðugt dagførd ímóti spam og virusi, og alt tykkara tilfar verður goymt á einum tryggum servara hjá Føroya Tele heima í Føroyum.
 
 

Hvønn hóskar Fjarpostur væl til? 

Fjarpostur hóskar væl til smærri fyritøkur, ið vilja hava eina henta og trygga teldupostloysn, men sum ikki hava møguleikar ella førleikar at umsita sína egnu skipan. Fjarpostur hóskar eisini væl til fyritøkur við mobilum starvsfólkum, ið hava tørv á lættari og praktiskari atgongd til teldupost, kalendara, notur og kontaktpersónar, antin tey eru á arbeiðsplássinum, við hús ella úti í heimi.
 
 

Vilt tú hava nærri kunning um Fjarpost, so set teg í samband við tín kundaráðgeva - Trýst her, ella fyll út oyðiblaðið í høgru síðu.