
SamWin er ein telduborin umstillingsskipan, sum samantvinnar fleiri samskiftistøknir - so sum teldupost, kalendara, SMS, fartelefonir og borðtelefonir.
SamWin er við síni brúkaravinarligaheit og hentleikum, eitt hent amboð hjá virkinum at hava yvirilt yvir nær og um starvsfólk eru tøk ella upptikin. Hetta merkir betri kundatænastu, tí kundin aldrin verður umstillaður óneyðugt.
SamWin hóskar bert til telefonloysnir hjá Avaya (Nortel)
Vilt tú hava nærri kunning um SamWin, so set teg í samband við tín kundaráðgeva - Trýst her, ella fyll út oyðiblaðið í høgru síðu.
Les meira um SamWin - trýst her.
Kallstøða er ein tænasta, sum verður løgd á fartelefonir, soleiðis at til ber hjá móttøkuni at síggja, um eitt starvsfólk er upptikið í fartelefon.